Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

U21-landsliðsvenjarin: Vit føla okkum heima í Klaksvík

Jákup Ósá

Eyðun Klakstein vónar, at stuðulin til U21-landsliðið verður eins góður hesaferð sum til seinasta heimadyst, tá tað var nærum fullsett til dystin móti Andorra.

Hesaferð vitjar Kroatia og tað er helst besta U21-landsliðið, sum hevur vitjað í Klaksvík nakrantíð. Men hetta er fyrsti undankappingardystur hjá hesum liðnum hjá Kroatia, so tað hevur verið torførari at fyrireikað seg uppá mótstøðuliðið, staðfestur venjarin. Atgongumerki kunnu keypast á fsf.fo. Hoyr samrøðu niðanfyri.