Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

UEFA: Slovan Bratislava fær ein møguleika afturat

Jákup Ósá

Fyri løtu síðani fekk KÍ at vita um niðurstøðuna hjá UEFA.

Farsóttarnevndin koyrdi allan hópn hjá Slovan Bratislava í sóttarhald í gjár. Nú hevur UEFA tikið avgerð í málinum og niðurstøðan er:

Slovan Bratislava fær enn ein møguleika

Slovan Bratislava hevur fingið boð frá UEFA.

 

Niðurstøðan á fundinum í morgun er, at Slovan Bratislava fær møguleikan at senda aðrar leikarar til Føroyar, ið ikki eru umfataðir av sóttarhaldinum. Tað merkir eykaleikarar/ungdómsleikarar. Tann møgleikan fer Slovan Nratislava helst at taka av og eydnast tað, so verður dystur í Klaksvík fríggjakvøldið.