Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ull-Binding-Mentan-Samleiki

Tíðindaskriv

Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya

Hóskvøldið 08.juni  kl. 19.30 ferð Sissal Kj. Kristiansen  at halda fyrilestur undir heitinum

 

Ull-Binding-Mentan-Samleiki

 

 

Innihaldið í fyrilestrinum ferð at  snúgva seg um, hví ull og binding hava so stóra ávrikan á føroyska samleikan og føroysku mentanina.

Sissal Kristiansen er sniðgevin handan Shisa Brand. Shisa Brand for av álvara at binda og sniðgeva til føroyingar í 2013, og hevur drívmegin hjá Sissal alla tíðina verið, at skapa snið, ið virða føroysku ullina og føroyskan bindisið. Shisa Brand ynskir skapa snið, ið bæði hava eina føroyska kjarnu, men sum eisini eru í tráð við hennara fagurfrøðiliga ans og stíl.

Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, tó er neyðugt  at melda til á hsf@husarhaldsskulin.fo  ella ringa á tlf. 216974 áðrenn kl. 16.00 hósdagin.