Um KÍ megnar at koma víðari eftir dystirnar móti Tre Fiori úr San Marino, so bíðar annað árið á rað eitt lið úr Litava.
KÍ skal møta Riteriai úr Lutava í 1. umfarinum, um tað eydnast at koma víðari. Hetta er eitt felag, sum í løtuni liggur á 3. plássi í Litava, seks stig aftanfyri Zalgiris, sum KÍ møtti í fjør í uppgerð, sum helt spenningin til tað síðsta.
Riteriai hevur áður møtt einum føroyskum liði. Tað var í 2015, tá liðið vann 3-0 og 4-1 móti HB. Talan er um sterkt heimalið, tí í 9 heimadystum í Europa-kappingum hevur liðið vunnið seks, spælt tríggjar javnar og ongan tapt.
Skal KÍ til Litava, so verður talan um kendar umstøður, tí Riterriai spælir eins og Zalgiris í Vilnius og hevur sama heimavøll.


