Klaksvíkar Dartfelag heldur til á loftshæddini í gamla klubbanum. Tey hava betra um hølisviðurskiftini og eru eitt felag í vøkstri.
Seinastu dagarnar hava limir í Klaksvíkar Dartfelag skrætt ymsar veggir niður og gjørt umstøðurnar enn betur.
Vit vórðu framvið við myndatólinum. Sum tað sæst, so hevur Klaksvíkar Dartfelag sera góðar umstøður til sína ítrótt.








