Kommunurnar í norðurøkinum merkja sviðan av uppboðsølu- og tilfeingisgjøldum og minkandi uppisjóvarkvotum. Hetta er niðurstøðan í einari rættiligari realistiskari útrokning. Tølini sum kunnu takast niður sum PDF niðast í greinini, byggja á hagtøl frá Vørn fram til 2018. Harafturat er ein meting fyri 2019, sum byggir á nýggjastu tilráðingina frá ICES, útmeldingar úr Fiskimálaráðnum og júst framløgdu fíggjarlógini fyri 2019, sum er til viðgerðar í Løgtinginum.
2016 var metárið
hjá uppisjóvarskipunum, tá samlaða avreiðingarvirði var 1,622 mia. kr..
Útrokningargrundarlagið fyri hýrurnar í 2016 var kr. 1.622.755,00-
Tað er ymiskt hvussu prosentbýti hjá manningunum eru, men vit hava valt at brúka 28% sum eitt miðalprosent fyri býti av hýrunum.
Um einki uppboðssølu/tilfeingisgjald var í 2016,
so høvdu manningarnar fingið 454 mió. kr. í hýrum/lønum.
Av hýrunum, sum manningarnar fáa útgoldnar, taka kommunurnar 20% í skatti og tí høvdu kommunurnar fingið 90.854 mió. kr. í skatti frá uppisjóvarskipunum, um landskassin ikki fyrst hevði tikið uppboðssølu/tilfeingisgjøld.
Av hesum hava vit rokna okkum fram til, at parturin hjá Klaksvíkar Kommuna er umleið 44%, tvs. heilar 40 milliónir krónir í 2016.
Men:
Tilfeingisgjald/uppboðsøla fór avstað 125,9 mió. kr. til landskassan í 2016.
Tí fingu manningarnar útgoldið 419,1 mió. kr. og kommunurnar fingu 83,8 mió. kr. í skatti frá uppisjóvarflotanum.
Klaksvíkar Kommuna fekk kr. 44% av hesum, sum er áleið 36,9 mió. kr..
Manningar og kommunur missa nógv í 2018
Í 2018 fáa manningarnar í uppsjóvarvinnuni útgoldið áleið 320 mió. kr. og kommunurnar fáa tilsamans 64 mió. kr..
Var eingin uppboðssøla og einki tilfeingisgjald høvdu manningarnar fingið 401,8 mió. kr. útgoldnar og kommunurnar høvdu fingið 80,4 mió. kr. í kassan frá uppisjóvarvinnuni.
2019 ein katastrofa fyri kommunurnar í norðurøkinum
Tað er eingin ivi at eftir seinastu tilráðingini frá ICES og útsagnunum úr Fiskimálaráðnum, fara kommunurnar í norðurøkinum at merkja sviðan av niðurskurðinum av kvotum og hækkandi landskassa avgjøldum.
Samlaða avreiðingarvirði av uppisjóvar tilfeinginum verður mett til eina mia. kr. í 2019.
Samgongan hevur avgjørt at landskassin “í Havn”, skal hava heilar 355 mió. kr. í inntøkum frá uppboðssølu og tilfeingisgjøldum. Hetta hevur meirilutin í løgtinginum avgjørt uttan at taka hædd fyri stóra niðurskurðin í uppisjóvarfiskiskapinum.
Hetta merkir at samlaða útgjaldi av hýrum til manningar verða áleið kr. 180,6 mió. kr.. Hetta er gott helvtina minni enn samlaðu hýrurnar vóru í 2016.
Parturin, sum kommunurnar fáa í skatti verður áleið 36,1 mió. kr. sum er meir enn helvtina minni enn kommunurnar fingu í 2016.
Klaksvíkar Kommuna, sum í 2016 fekk 36,9 mió. kr. frá pelagisku vinnuni fær í MESTALAGI kr. 15,9 mió. kr. í kommunukassan í 2019 sum er meira enn helvtina minni enn kommunan fekk í 2016.
Afturat lønarskattainntøkum frá pelagisku vinnuni, hevur kommuna eisini fingið stórar inntøkur frá partafelagsskattinum, sum verður roknaður av stóru yvirskotinum sum pelagisku feløgini hava havt seinastu árini. Men við stóra niðurskurðinum í kvotum og nýggja fiskivinnupolitikkinum við stórum tilfeingis- og uppboðssølugjøldum verða hesar inntøkurnar hjá kommunum í norðurøkinum væntandi nógv skerdar.
Eitt er avreiðingarvirði, men útflutningsvirið av pelagiska tilfeinginum er munandi størri størri og har verða tølini fyri 2019 ávirka munandi. Men tað venda vit kanska aftur til.
Niðurstøðan er púra greið!
Fiskivinnunýskipanin kostar landnyrðings Føroyum dýrt!
Sí viðhefta pdf
(Grafurin vísir hvussu nógvar prosent av hvørjari útgoldnari hýru endar í kommunukassanum)



