snotuligur faldari við hópin av tiltøkum kom í hvørt hús í Klaksvík við nógvum áhugaverdum tiltøkum umhvørvinum at frama.
Tiltakið “Planta eitt træ” er nú knýtt at umhvørvisvikuni og tað er gott. Læs í faldaranum, at um ein skal fáa ein plantupakka skal ein møta á Miðlan mikudagin millum kl.14.00 og 16.00 fyri at fáa ein útflýggingarseðil.
Eri sjálvur ein av teimum sum í 5 ár havi fingið ein tílíkan pakka og havi haft stóra gleði av hesum tiltaki. Haldi eisini, at eg á henda hátt havi verið við til at fríðka um býin.
Eg og hópin av fólki við mær, arbeiða hvønn dag og gjalda skatt í Klaksvík. Henda dagin, var eg til arbeiðis í Mikladali og tí var ógjørligt at møta á Miðlan, fyrr enn klokkan sjey um kvøldið. Tosaði við Miðlan, nei har var onki at gera.
Tí er mín spurningur, er hetta tiltaki við at planta eitt træ, bara fyri tey sum kunnu fara frá arbeiðið í kontórtíð, meðan tey ið arbeiða fyri at skaffa inntøku til Klaksvíkina og ikki slepppa úr arbeiði mitt á degi, ikki kunnu vera við ? álvaratos nú hugsa tit ov stutt, ella hava tit als ikki hugsa tykkum um á býráðnum. Veit ikki hvør møguleiki er betur.
Handverkari




