Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umvælingin av býráðshúsinum heldur fram 

klaksvik.fo

Á býráðsfundi í gjár samtykti býráðið, at haldast skal fram við at umvæla og nútímansgera býráðshúsið. Á fíggjarætlanini fyri 2023 vóru 2 mió. kr. játtaðar og eru 3 mió. kr. settar av í 2024.

 

Arbeiðið, sum er í gongd í løtuni, er at skifta klædning á suðursíðuni og at umvæla tekjuna. Komandi ár verður hildið fram við skifta klædning og bjálva bygningin. 

Bygningurin er bygdur í 1974, og hevur tørv á ábøtum og at gera framsíðuna meira nútíðarhóskandi og innbjóðandi. Avgjørt er at arbeiða við uppskoti, sum leggur upp til, at ein er trúgvur ímóti verandi stíli, ið bygningurin hevur í dag. Tað merkir, at felt og linjur verða varðveittar, og at bygningurin verður klæddur við snøggum aluminiumsplátum.