Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Undirvísingin í Tónlistaskúlanum er byrjað aftaná summarferiuna

Jóhann Lützen

Enn eru nøkur pláss tøk til violin, cello, tvørfloytu og blokkfloytu

 

 

Hósdagin 29. august verður opið hús á Tónlistaskúlanum frá kl. 16.00-17.30. Tá eru næmingar vælkomnir saman við foreldrum at royna hesi ljóðføri.

Tilmelding fer fram á heimasíðu Klaksvíkar Kommunu ella við at senda teldupost til tonlistaskulin@klaksvik.fo.

Nærri upplýsingar eru eisini á heimasíðuni hjá Musikkskúlaskipanini, musikkskulin.fo.