KÍ tekur neyvan nakran váða og fer væntandi at spæla í nærum sterkastu uppstilling móti einum 3.deildarliði, ið hevur fleiri fyrrverandi KÍ leikarar í sínum hópi.
KÍ spælir leygarkvøldið 1/8 finalu í kappingini um løgmanssteypið í Gundadali í Tórshavn móti 3.deildarliðnum Undrið FF. Undrið FF hevur vunnið báðar sínar dystir í 3.deild, men hóast tað, so er KÍ so stórur favorittur sum sjáldan áður, nú tríggjar deildir skilja liðini. Eisini hóast liðini spældu ein dyst í somu kapping í Klaksvík í 2011, har tað bara vóru tvey mál á muni.
Hjá Undrinum spæla m.a. fyrrverandi KÍ leikararnir Símun Waag Høgnesen, Helgi Samson og Rani Jacobsen, harav teir báðir fyrstu hava spælt á besta liðnum hjá KÍ. Teir tríggir eru sum skilst allir í hópinum til hendan dystin.
Hjá KÍ er Ísak Simonsen framvegis skaddur, meðan Jákup B. Andreasen hevur leikbann. Annars eru allir mans tøkir. Væntandi fer KÍ at stilla í nærum sterkastu uppstilling, og tí velur liðið ikki at taka nakran váða, ið kann knýtast til undirmeting.
Dysturin á ovara vølli í Gundadali byrjar kl. 18.00. Dómari verður Ransin N. Djurhuus.




