Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung í arbeiði sett met í ár

John William Joensen

– Tað verða 85 ungdómar sum komandi vikurnar fara at taka lut í átakinum Ung í arbeiði hjá Klaksvíkar Kommunu og tað er met, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.

Tíðindaskriv:

– Tað verða 85 ungdómar sum komandi vikurnar fara at taka lut í átakinum Ung í arbeiði hjá Klaksvíkar Kommunu og tað er met, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.

– Tey ungu skulu arbeiða 27 tímar um vikuna í tvær vikur. Ung í arbeiði átakið er frá viku 28 til og við viku 33. Tað verður í høvuðsheitum skipað í trimum tíðarskeiðum. Hetta merkir at tey ungu verða býtt í tríggjar bólkar, sum byrja at arbeiða í ávíkavist viku 28, 30 og 32.

– Tað verður spennandi at síggja hvussu tað fer at gangast í ár. Størsta verkætlanin er gøtan út á Borðoyarnesháls. Harumframt fara tey ungu at arbeiða á ymsu stovnunum hjá kommununi. Eitt nú fara tey ungu at arbeiða á dagstovnunum, har tey fara at verða um børnini. Á vegadeildini fara eisini fleiri ungdómar at arbeiða.

– Ung í arbeiði er eitt gott tilboð til okkara ungu og samstundis er tað eisini gott fyri kommununa. Umframt at tey ungu vinna sær nøkur oyru í summarferiunni, so vóna vit, at tey ígjøgnum arbeiði og upplivingarnar í summar fara at gerast góð við tey støð har tey hava arbeitt.

– Játtanin til Ung í arbeiði 2014 er kr. 500.000. Tað eru ikki áður avsett so nógv til Ung í arbeiði, og tað hava ikki verið so nógv ung við í hesum tilboði áður.

Tá freistin at søkja var úti, høvdu 127 ungdómar givið teirra áhuga til kennar. Játtanin røkkur bert til 85 ung og eiga vit tískil at hava hetta í huganum tá fíggjarætlanin fyri 2015 skal leggjast.