80 lið vórðu tilmeldaði Silva kappingina hesaferð, sum var merkt av korona farsóttini.
Mjølnir hevði meldað 18 lið til Silva kappingina og harvið var Mjølnir best umboðað í Silvakappingini. Fleiri gullkrónur komi eisini í hús hjá Mjølnir.
Korona farsóttin hevði við sær at leikt var bæði í Klaksvik og á Kambsdali.
Seinni árini hava genturnar verið nógvar í Mjølnir, meðan á dreingjasíðuni hevur verið meira soltið. Men við miðvísum arbeiði koma úrslit og hesaferð hevði Mjølnir tilmeldaði lið í 4 ungdómsdeildum hjá dreingjum – D12, D15, D17 og Mansunglinum. Tað eru Berit Norðoy, Lena í Buð, Einar Klakstein og Theodor Fonn, sum saman við Alinu Adamenya taka sær av gentudeildunum.
Christian Imhoff tekur sær av venjingini í dreingjadeildunum, so umframt, at hann hevur hækkað munandi um støði á Meistaradeildini hjá Mjølnir, so er hann eisini í holt við at menna nýggjar leikarar til Meistaradeildsflogbólt hjá Mjølnir í framtíðini.
Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðl hjá Mjølnir









