Hann var nógv darvaður av skaðum í 2019 og 2020, men er í ár skrásettur í 14 dystum í 1.deild og 9 dystum í bestu mansdeildini.
Hann hevur eisini umboða Føroyar á U17 og U19 landsliðunum. Er ein vinstrabeintur fjølbroyttur leikari, sum bæði kann spæla á vinstra-vongbakki og á miðvøllinum.
– KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen hevur vónir um, at 20 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen framhaldandi mennir seg og næstu árini verður ein týðandi leikari á besta mansliðnum.
Óli hevur í dag skriva undir ein tvey ára sáttmála, sum vit í felagnum stórliga fegnast um.




