Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unglingarnir í steypafinaluni

John William Joensen

Mándagin vunnu unglingarnir hjá KÍ semifinaludyst í vági heili 6-1 og skulu nú møta NSÍ í finaluni í morgin kl. 19 á Tórsvølli.

Mándagin vunnu unglingarnir hjá KÍ semifinaludyst í vági heili 6-1 og skulu nú møta NSÍ í finaluni í morgin kl. 19 á Tórsvølli.
KÍ var beta liði allan dystin í vági, og tá farið var til hálvleik var KÍ á odda 3-0.
Tá dómarin floytaði dystin av var 6-1 til KÍ við málum sum Otto Jacobsen (3), Kristoffur Jakobsen (2) og Kristian Andreasen (1) syrgdu fyri.
 
Góðar vónir
Venjarin hjá KÍ unglingunum, Alexandar Djordjevic sigur við Norðlýsið at hann hevur góðar vónir til finaluna.
– Felagsandin er sera sterkur og tað sást eisini á vøllinum.
– Allir kempa og ofrað seg 100% og tí havi eg sera góðar vónir til finaluna í morgin.
 Unglingarnir hjá KÍ liggja nr. 2. í landskappingini.

Til heimsmeistaraheitið
Tann 15. juli fara unglingarnir hjá KÍ til Svørríkið har teir skulu luttaka í heimsmeistarakapp fyri unglingalið.
Heili 1480 lið úr øllum heiminum eru tilmeldað og teir koma heimaftur tann 25. juli.

Harleyfacadeacryl