Tað er í kvøld at konsert verður við Uni Debess Duo í Spaniastovu
Við Una Debess sum sangara og við hegnisligum gitarleiki og Edvard Nyholm Debess sum bassleikara og kórsangara, er lagt upp til eitt festligt bluesbrak í kvøld.
Teir báðir hava saman nógvar framførslur á baki, kveikjandi samanspæl og væl svingandi røddum. Við góðu søgum afturat er góðskan í topp.
Orsaka av koronatilmælunum er søla av atgongumerkjum avmarkað.
Atg.m. kunnu keypast á dyrnar, sum lata upp kl 2130.




