Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upp í gervi, fullveldisfólk!

Jóhann Lützen

Skulu Føroyar nakrantíð loysa, mugu fleiri stríðsøksir jarðast. Síðani mugu allar góðar loysingarkreftir í arbeiðshandskarnar. Tí tvey ting eru heilt vís: Loysingin kemur ikki av sær sjálvari, og ongin annar kemur at hjálpa okkum við at loysa.

Fagnaðardagurin, ið gjørdist ein frustratiónsdagur. Soleiðis kann 14. september 1946 lýsast. Hóast fólkið talaði, og danir søgdu seg fara at virða fólksins rødd, so er tað ein sannroynd, at vit framvegis eru í Danmarkar Ríki. Og tað er stak frustrerandi. Vit loysingarfólk hava allan rætt at vera ónøgd og hørm um hendan órætt, ið framdur varð fyri 76 árum síðani. Men vit mugu eisini koma víðari.

Vit kenna søguna. Danska stjórnin gekk við til fólkaatkvøðuna í teirri trúgv, at Føroya fólk fór at siga nei, og gjørdu harvið rokning uttan vert. Úrslitið var ein skammblettur, har herskip vórðu klárgjørd at seta føroyingar upp á pláss. Sambandið og Javnaðarflokkurin bakkaðu og smíðaðu Heimastýrislógina, ið sementeraðu okkara støðu sum “et selvstyrende Folkesamfund i det danske Rige.” Nógvar síður eru skrivaðar um hetta, og ikki av órøttum er tað kallað ein skemdargerð. Men vit mugu koma víðari. 

Tí einum hava atfinnararnir rætt í. Tað er als ikki nóg gott, at vit bert skriva harmaljóð ein dag um árið – 14. september – og síðani valdar tøgn aftur í eitt ár. Tað einasta, vit fáa burturúr tí, eru speiskar viðmerkingar um, at fløgan er skøvað.

Sjálvandi skulu vit kenna okkara søgu, men endamálið er altso at læra av henni, ikki at gráta um hana. Tað var ørkymlan um eina fortíðarsynd frá seinastu øld hjá okkara seinasta fullveldisløgmanni, ið fekk fullveldissamgonguna 2002-2003 at syndrast. Var tað veruliga neyðugt at dvølja so við eitt gamalt skelett í skápinum? Kanska. Tað veldst um, hvørjar raðfestingar man hevur, men fyri fullveldissakina merkti tað bara stagnatión og oyðimarkargongd, fyribils í nítjan ár.

Í Føroyum hava vit fimm flokkar, ið siga seg vera fyri fullveldi. Tveir stórar og tríggjar smáar. Hetta merkir, at vit hava meiriluta fyri fullveldi – um bert vit vilja! Ein og hvør við politiskum tevi og skili fyri støddfrøði dugir tó at síggja, at báðir teir stóru mugu vera við, annars verður onki fullveldi. Men gamalt agg ger, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi ikki kunnu saman og ikki hava kunnað tað í skjótt 20 ár.

Tað er umráðandi, at hendan stríðsøksin verður jarðað. Fiskivinnupolitikkurin er komin í fasta legu og verður bara eitt stríðsepli aftur, um onkur partú vil dyrka ósemjuna. Latum okkum ikki tað. Fólkaflokkurin hevur nýliga skift formann og hevur nú ein formann, sum kom á ting í 2019 sum óskrivað politiskt blað. Har er sostatt neyvan nakað gamalt agg millum hann og aðrar politikarar longu. Tjóðveldi eigur eisini at skifta sín formann út, og hví ikki við eina forkvinnu?

So fáa vit “reboot’að” fullveldisrørsluna og byrjað aftur uttan gamalt persónsagg til at grúsa loysingarmaskinaríið.

Tað er mín vón, at eg tann 14. september 2023 kann skriva, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin júst hava skipað fullveldissamgongu – møguliga saman við Framsókn, Sjálvstýri og/ella Miðflokkinum. Komið nú, allar góðar fullveldiskreftir! Vit hava eitt knapt ár til løgtingsval – komið øll í arbeiðshandskarnar og gerið hesi orðini sonn!