Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uppá gólv og tá 

Jóhann Lützen

Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 27. mai kl.21.00, verður áhugaverdur almennur dansur í Skálanum, Bøgøta 11.

Á skránni verða bæði føroyskur og harmonikudansur. Til at skipa føroyska dansin verða nógvir góðir skiparar. Til harmonikudansin koma spælimenninir Hans Hjalti Skaale og Hórhaldur Joensen umframt feðgarnar úr Dali, Símun Erik og Jóanes Johannesen, at spæla.    

Kvøldið er skipað á tann hátt, at skift verður millum føroyskan og harmonikudans. Byrjar verður við føroyskum dansi kl. 21.00. Klokkan 22.00 verður harmonikudansur. Umframt at luttakararnir dansa frítt til góða dansitónleikin, verða eisini nakrir lættir fólkadansir á skránni. Tað eru limir í Dansihugna, sum koma at skipa fyri fólkadansinum. Klokkan 23.00 er føroyskurdansur á skránni fram til kl. 0.00, tá ið harmonikudansurin tekur yvir. Kl. 1.00 sleppur føroyskidansurin aftur fram at, og enda verður við harmonikudansi frá 2.00 til kl. 3.00, tá dansurin endar. Kostnaðurin fyri kvøldið er 100 kr. og møguleiki er at keypa sær smyrjibreyð o.a.