Í tíðindaskrivi frá Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharra, er boðskapurin greiður. Lønarkarmurin hjá tí almenna skal ikki økjast
Í seinasta brotinum í tíðindaskrivi frá Fíggjarmálaráðharranum sigur hann avgjørdur:
Hesin sáttmálin kostar meira enn eg hevði vónað, og tað er ikki nøktandi fíggjarliga sæð. Nýggja avtalan broytir einki við búskaparliga veruleikan í Føroyum, og tí kann ikki væntast, at samlaði lønarkarmurin verður broyttur, nú lønirnar skulu vaksa
Hóast landsstýrismaðurin ikki sigur tað beinleiðis so er boðskapurin ikki til at misskilja.
Tí kann roknast við at ein beinleiðis avleiðing av semjuni er at tað verða uppsagnir hjá tí almenna.




