Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Uppskot til “Ársins Rósu”

Jóhann Lützen

Aftur í ár kemur Jólaskipið á Klaksvík og í hesum viðfanginum verður, eins og árini frammanundan “Ársins Rósa” kosin.

Í nevndini, sum fyriskipar “Ársins Rósa”, sita borgarstjórin, umboð fyri Jólaskipið og umboð fyri blað norðoyinga Norðlýsið.

Vit fara við hesum at heita á borgarar í Norðoyggjum um at senda okkum uppskot um evnið til hendan heiður. “Ársins Rósa” er ætlað sum eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at serligum gagni.

Nøvn á viðkomandi persónum skulu sendast til Norðlýsið, Klaksvíksvegur 28, 700 Klaksvík, ella um teldupost til info@nordlysid.fo. Í uppskotinum skal stutt frágreiðing fylgja við, hví ein heldur at persónur, ið verður skotin upp skal hava hendan heiður.

Av tí at dagurin fyri nær Jólaskipið kemur á Klaksvík ikki enn er fastlagdur, seta vit ikki enn evstamark á fyri uppskotum, men tað ræður um at vera í fyrra lagið, um ein skal vera vissur í at fáa síni uppskot við í metingina. So skjótt vit vita nær Jólaskipið kemur, verður evstamark sett.

Vónandi fáa vit nógv hugskot, tí tey eru ikki so fá í samfelagnum, ið hava eitt herðaklapp uppiborið.

Við heiðurinum “Ársins Rósa” fylgja 20.000,- krónur.