Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppskot um Ársins Rósu

Oliver Joensen

13. árið á rað, verður nú skipað fyri tiltakinum Ársins Rósa í samband við at Jólaskipið kemur á Klaksvík.

Ársins Rósa er ætla persóni, sum ger framúr ólønta tænastu í samfelagnum. Higartil hava 13 persónar í Klaksvíkar Kommunu móttikið hendan heiðurin, og vit skulu nú saman finna hann ella hana, ið skal heiðrast við Ársins Rósu og eini peningagávu í ár.

Uppskot skulu sendast til Norðlýsið, antin sum teldupost til oliver@nordlysid.fo ella í brævbjálva til Norðlýsið, Rygsvegur 3, 700 Klaksvík. Seinasta freist fyri at senda inn uppskot verður lýst seinni í desember.

Niðanfyri er reglugerðin fyri tiltakinum:

Ársins Rósa

– ein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu –

Reglugerð

§1 – Endamál

Í ljósinum av heilaga boðinum um at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg er endamálið við hesum tiltaki: ”Ársins rósa” at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað

ella stórvegis afturfyri.

§2 – Mannagongd

Hvørt ár um jóltíðir kann ein persónur verða heiðraður við ársins rósu fyri sítt góðgerandi arbeiði við eini viðurkenning, ið verður handað honum av borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu. Handanin fer fram í sambandi við hóskandi alment hátíðarhald, ið skipað verður fyri um jóltíðir.

§3 – Viðurkenningin

Viðurkenningin ársins rósa er – umframt heiðurin og herðaklappið – ein heiðursgáva, ið inniheldur eina stóra vakra kurv, eitt heiðursbræv, eina gylta rósu og eina peningagávu.

§4 – Leiðsla

Leiðslan fyri tiltakinum ársins rósa er ein fimmannanevnd, ið er mannað av (1) borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu, sum er formaður í nevndini, (2) blaðstjóranum á lokalblaðnum Norðlýsinum,

(3) stigtakaranum til ársins rósu, (4) einum persóni, ið Klaksvíkar Býráð velur fyri fýra ár í senn eftir hvørt býráðsval, og (5) persóninum, ið seinast varð valdur til ársins rósu.

Tá/um stigtakarin tekur seg úr nevndini, verður tann nevndarsessurin eisini valdur av Klaksvíkar Býráð á sama hátt sum tann fjórði nevndi.

§5 – Gildi / broytingar

Henda reglugerð kemur í gildi, tá hon er góðkend av Klaksvíkar Býráð. Broytingar í reglugerðini krevja nevndarsamtykt, ið skal góðkennast av Klaksvíkar Býráð..

Klaksvík tann 2. desember 2004

Niclas Heri Jákupsson Steinbjørn O. Jacobsen Oliver Joensen

stigtakari borgarstjóri blaðstjóri 

Harleywoodpaint