Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Uppskot um at yvirtaka landslæknaembætið sent til hoyringar

Tíðindaskriv

Landslæknin skal – undir føroyskum málsræði – hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum. Harumframt er ætlanin, at landslæknin hevur eftirlit við stovnum á heilsuøkinum og eftirlit við heilsustarvsfólki.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um formliga at yvirtaka hesi málsøkini:

Landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum,
sjúkufyribyrging,
sinnissjúkraviðurskifti,
líkskoðan,
vevnaðarflutning,
euforiserandi evni,
sjúklingarættindi og
eftirgjørdan gitnað
Í viðmerking til yvirtøkuna sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at hon metir, at tørvur er á at fáa ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýrinum, kommununum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum.

Landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at skipa ein Fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Føroyski landslæknin verður krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum, sum eisini kemur at fevna um Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, umframt møguliga aðrar viðkomandi stovnar á heilsuøkinum.

Autorisatiónslógin verður ikki yvirtikin
Við hesum uppskotum verður bert tann parturin av Landslæknaembætinum yvirtikin, ið snýr seg um ráðgeving av almennum myndugleikum og eftirlit við heilsustarvsfólki og stovnum á heilsuøkinum.

Málsøkið viðvíkjandi autorisatión av heilsustarvsfólki, autorisatiónsskrásetingin, almennar heilsuverkstænastur og klagur- og endurgjaldsmøguleikar innan heilsuverkið verður ikki yvirtikið í hesum umfari.

Freistin at senda inn hoyringssvar til lógaruppskotini er mánadagin tann 28. januar 2019.