Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: HJK Helsinki-KÍ

Jákup Ósá

KÍ spælir í kvøld ársins týdningarmiklasta dyst.

Støðan er 2-2 frá fyrru uppgerðini. Tá var KÍ betra liðið leikliga sæð, men nú er HJK Helsinki á heimavølli og væntast í eini betri útgávu.

Hjá KÍ eru Jákup B. Andreasen og Jonn Johannessen ikki tøkir. Ivamál er um Odmar Færø, Heina Vatnsdal og Deni Pavlovic, men teir eru allir við í Helsinki. René S. Joensen er ikki tøkur vegna leikbann.

Dysturin í Helsinki byrjar kl. 17.00. Dómari verður David Fuxman úr Ísrael.