Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-AB

Jákup Ósá

KÍ fær í dag vitjan av AB.

AB hevur verið kanska tað liðið, sum hevur avrikað betri enn tey flestu væntaðu. AB er eisini tað liðið, sum í Føroyum hevur verið nærmast við at vunnið á KÍ síðstu tvey árini. KÍ javnaði í 98. minutti á Argjum fyrr í ár.

Hjá KÍ eru René S. Joensen, Sebastian John, Patrik Johannesen og Hallur Hansson skaddir. Oussama Ali hevur leikbann. Hinvegin eru Gaston Tellechea og Dávid Reynheim helst tøkir aftur.

Hjá AB hevur Sjúrður Henriksen leikbann.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00. Dómari verður Jákup Ø. Mohr.

 

Harleyfacadeacryl