Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Birkirkara

Jákup Ósá

Hjá KÍ vera helst onkrar broytingar í uppstillingini vegna skaðar, meðan Birkirkara møguliga verður í einari sterkari útgávu enn seinast á manningarsíðuni.

Tá liðini spældu 1-1 javnleik á Malta, so manglaði Birkirkara onkrar týdningarmiklar leikarar. Venjarin Paul Zammit segði, at hann vónaði, at onkur kundi blíva klárur til seinna dystin. M.a. manglaði royndi landsliðsleikarin Paul Fenech. Hjá KÍ fór Marko Dusak skaddur út á Malta og mest sannlíkt verður hann ikki klárur til hendan dystin. Síðani hava Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð drigist við skaðar seinastu vikuna, og báðir eru ivasamir. Hinvegin eru Hjalgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen aftur í hópinum eftir, at teir ikki vóru við á Malta. Ísak Simonsen er nú heilt klárur aftur.

 

Dysturin á ovara vølli í Gundadali byrjar kl. 19.00 og dómari verður svenski Kristoffer Karlsson.