Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Bodø/Glimt

Jákup Ósá

Í kvøld verður fyrsti Champions League dystur nakrantíð spældur í Klaksvík.

Tað skal tó takast við eitt sindur av fyrivarni, tí tað krevst, at Bodø/Glimt kann lenda í nóg góðari tíð. Tað eydnaðist ikki Bodø/Glimt at lenda í gjár.

Hjá KÍ er Jonn Johannessen skaddur. Ivasamt er, um Odmar Færø kann spæla, men hann er byrjaður at venja aftur. Hjá Bodø/Glimt eru fleiri skaðar sum gera um seg, men teir hava so mikið góðan hóp, at tað framvegis verður eitt gott lið, sum kemur á vøllin.

Dysturin við Djúpumýrar byrar kl. 19.00. Dómari verður Horatiu Fesnic úr Rumenia.