KÍ spælir í kvøld ein sera týdningarmiklan dyst á Tórsvølli.
KÍ er eitt umfar frá at koma í bólkaspæl. Og skal tað eydnast, so er størsti møguleikin á pappírinum kanska hesin í 3. umfari móti Borac Banja Luka úr Bosnia & Hersegovina. Og har skal helst eitt gott úrslit til á heimavølli, har KÍ hevur fyrimunin við kendum umstøðum við hitastigum, graslíki og øðrum.
KÍ-hópurin er næstan allur tøkur. Jákup B. Andreasen er langtíðarskaddur, meðan Albert Ejupi hevur leikbann. Ivamál er um Jonn Johannessen, men annars eru allir hinir mongu leikararnir tøkir.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 18.00. Dómari verður Ondřej Berka úr Kekkia.




