Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-FC Atert Bissen

Jákup Ósá

Í kvøld verður Champions League fótbóltur á Djúpumýru.

Talan er um týdningarmiklasta dyst hjá KÍ higartil í ár. 1. umfar í Champions League hevur eyka stóran týdning, tí ein samlaður sigur har gevur atgongd til røkkstøkk dystir í Conference League, meðan eitt tap ger tað sannlíkt at rúka út í 2. umfari í Champions League.

Hjá KÍ eru Sebastian John, René S. Joensen og Patrik Johannesen skaddir, meðan ivamál er um Jákup Biskopstø, Hall Hansson og Erlend Hustad. Meistararnir úr Luksemborg hava fingið fleiri nýggjar leikarar, men hava eisini varðveitt nærum allar av fyrstu ellivu frá í fjør.

Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 19.45. Dómari verður Dominik Starý úr Kekkia. Hjálpardómarar og VAR-dómarar koma eisini úr Kekkia.

vegghamar