Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-ÍF

Jákup Ósá

Í kvøld byrjar kappingin um løgmanssteypið.

Verandi steypavinnarar skulu royna at gera tað, sum KÍ bara einaferð í søgu felagsins hevur megnað áður. At endurvinna steypakappingina, sum KÍ gjørdi einastu ferð í 1967.

KÍ er stórfavorittur á heimavølli móti ÍF, sum spælir í næstbestu deildini. ÍF liggur á 5. plássi fyri fimm dystir við sjey stigum og málmuninum 11-16.

Hjá KÍ eru René S. Joensen og Patrik Johannesen skaddir, men teir flestu av hinum, ið plaga at spæla, eru tøkir. Mánakvøldið hevur KÍ torføran útidyst móti AB í landskappingini, so hetta er ein góður møguleiki at brúka hópin.

Dysturin í kvøld byrjar kl. 18.30. Dómari verður Heini Z. R. Viðoy