Í kvøld verður fyrsti dystur í bólkaspæli spældur í Føroyum.
Franska stórfelagið Lille vitjar hjá KÍ. Hetta er kanska størsta uppgávan hjá KÍ nakrantíð, um hugsað verður um styrkina á mótstøðuliðnum.
Hjá KÍ vóru Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Luc Kassi og Sivert Gussiås ikki tøkir seinast. Spurningurin er so, um nakar av teimum verða tøkir hesaferð.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 17.45. Dómari verður Elçin Məsiyev úr Aserbadjan.


