Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Malmø

Jákup Ósá

KÍ hevur trý mál at innheinta til kvøldsins dyst móti svensku meistarunum.

Malmø vann 4-1 í Malmø fyri viku síðani og tá var greiður munur á liðunum. Men nú verður spælt í Klaksvík, og tá kann nógv broytast. Vit hava áður sæð KÍ vunnið við tveimum og trimum málum seinna dystin móti liðum sum Ferencváros og Bodø/Glimt, tann fyrri á útivølli.

Hjá KÍ legst til við fólki. Hallur Hansson og Jonn Johannessen væntast í hópinum og tí eru tað bara Jákup B. Andreasen og Mads Bo Mikkelsen, sum ikki eru tøkir. Mads er nær við at blíva tøkur.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.45. Dómari verður Vitālijs Spasjoņņikovs úr Litava.