Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-NSÍ

Jákup Ósá

Í dag verður toppdystur í Klaksvík.

KÍ fær vitjan av oddaliðnum NSÍ í 20. umfarinum í dag. Hetta er síðstu ferð í ár, at hesi liðini bresta saman og vinnarin tekur oddasessin, tí NSÍ er trý stig frammanfyri KÍ við verri málmuni.

Hjá KÍ eru Odmar Færø og Jákup Biskopstø ikki tøkir, meðan ivamál er um Deni Pavlovic, sum ikki spældi seinasta dyst.

Hjá NSÍ hevur Emil W. Joensen leikbann, meðan ivamál er, um Meinhard E. Olsen verður klárur.

Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 15.00. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.