Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Zalgiris Vilnius

Jákup Ósá

Í dag verður fyrra dystur í 1. umfarinum í Europa League leiktur, tá eitt av bestu liðunum úr Litava seinnu árini vitjar KÍ.

KÍ vann seg í síðstu viku víðari í Europa kapping fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Tað hendi eftir ein samlaðan 3-2 sigur móti Birkirkara frá Malta.

 

Uppgávan í hesum umfarinum verður helst væl truplari. Mótstøðuliðið er Zalgiris Vilnius, sum í fleiri ár hevur verið millum bestu liðini í Litava og sum hevur vunnið greipuna fleiri ferðir seinnu árini. KÍ hevur ongantíð áður roynt seg móti liðum frá Litava, men royndirnar frá øðrum føroyskum liðum eru ikki góðar móti liðum frá Litava, tí í 8 dystum hava liðini frá Litava vunnið allar.

 

KÍ vísti tó móti Birkirkara og í fyrra dystinum í fjør móti AIK, at liðið hevur dygdir til at spæla í Europa League, hóast hagtølini talaðu ímóti á flestu økjum. Upp til hendan dystin hevur ivamál verið um fleiri leikarar. Men seinastu dagarnar hevur tað gingið framá hjá øllum, og tí kann KÍ møguliga hava allar teir somu leikararnar tøkar, sum spældu seinast. Eisini er møguleiki fyri, at Jóannes Bjartalíð verður í hópinum hesaferð. Hann sat uttanfyri hópin seinast við skaða, men hevur vant í vikuni.

 

Dysturin á ovara vølli í Gundadali byrjar í dag kl. 17.00.