Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Slovan Bratislava-KÍ

Jákup Ósá

Í kvøld spælir KÍ fyrsta dystin í bólkaspælinum.

KÍ spælir í Bratislava móti Slovan Bratislava úr Slovakia. Hetta eru meistararnir úr Slovakia seinnu árini, sum tó ikki hava verið so sannførandi síðstu mánaðirnar.

Hjá KÍ verða Claes Kronberg og Heini Vatnsdal neyvan tøkir, meðan ivamál er um Ahmed Latif, sum fór av vøllinum eftir nærdyst seinast. Hinvegin væntast René S. Joensen og Hallur Hansson at blíva tøkir. Harafturat er ivamál, um høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, verður á bonkinum. Norðlýsið skrivaði í gjár, at hann vegna sjúku ikki var farin úr Føroyum í gjár, men tað var ein møguleiki, at hann ferðast til dystin í dag.

Dysturin í Bratislava í kvøld byrjar kl. 20.00. Dómari verður Christian-Petru Ciochirca úr Eysturríki.