Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: Tre Fiori-KÍ

Jákup Ósá

KÍ hevði sína síðstu venjing í gjárkvøldið og hópurin tykist væl fyri á manningarsíðuni.

KÍ hevur eina 5-1 leiðslu frá heimadystinum, so nógv skal ganga galið, um KÍ ikki annað árið á rað skal spæla seg víðari úr undanumfarinum. Veddingarfyritøkurnar hava eisini KÍ sum favoritt hendan seinna dystin, hóast hann verður leiktur í San Marino, har møguleiki er fyri nógvum hita. Hinvegin hava vit sæð fleiri dømi um í altjóða fótbólti síðsta árið, at nógv kann broytast seinna dystin í mun til tann fyrra.

Hjá KÍ er Óli Ey. Poulsen ikki tøkur vegna skaða. Torbjørn Grytten er ivasamur eftir at hava fingið snudd undir venjing í vikuni. Allir hinir leikararnir eru tøkir og sum skilst, so væntast ikki nógvar broytingar í mun til fyrra dystin í Føroyum. Eitt boð er, at uppstillingin verður júst tann sama, tí tað var neyvan nakar, ið spældi seg av liðnum fyri eini viku síðani.

Dysturin í San Marino byrjar kl. 19.45. Dómari verður Novak Simovic úr Serbia.