Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uriah Heep spældi í húgvuni hjá Jens Martin

Jóhann Lützen

Uriah Heep hevði eitt sermerkt ynski til konsert í Føroyum í 1990. Nú koma teir aftur at vitja

Tá ið enski rockbólkurin Uriah Heep vitjaði í Føroyum í 1990, høvdu teir eitt heilt serstakt ynski. Teir vildu læna topphúgvuna, sum føroyski fótbóltsmálmaðurin Jens Martin Kundsen spældi í.

Føroyar høvdu í september mánaði í 1990 skapt eina ta størstu sensatiónina í heimsfótbólti nakrantíð, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona. Ein mánað seinni kom Uriah Heep til Føroya at spæla, og tónleikararnir í bólkinum høvdu sanniliga eisini fingið við, at Føroyar høvdu framt fótbóltsbragd. 

Ein av stjørnunum á føroyska liðnum var málmaðurin Jens Martin Knudsen, sum spældi í eyðkendari topphúgvu, og hann gjørdist í heimspressuni ein ímynd av føroyska bragdinum. 

Áðrenn konsertina í Føroyum sendi Uriah Heep boð til Føroya og spurdi, um teir kundu læna húgvuna hjá føroyska málmanninum. Jens Martin Knudsen játtaði, og hann heilsaði eisini upp á bólkin í sambandi við konsertina í høllini á Hálsi í Havn. 

Undir konsertini fór Mick Box, gittarspælari í Uriah Heep, í topphúgvuna hjá Jens Martini, og so var høllin á gosi. 

Nú kemur Uriah Heep við Mick Box á odda aftur til Føroya at vitja. Teir hava konsert í Dansifrøi í Havn leygarkvøldið 22. september. Forsølan til konsertina hevur gingið sera væl, og nú eru seinastu 200 atgongumerkini sett til sølu á heimasíðuni atgongumerki.fo.