Tá ið freistin at stilla upp til valið var úti, varð greitt, at tað bara vóru tvey valevni, sum bjóðaðu seg fram. Per á Sýnini (fyrr Toftegaard) í Runavík stillaði uppaftur og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillaði eisini upp til sýsluformansvalið.
Limirnir, sum høvdu atkvøðurætt, skuldu senda atkvøðuseðlarnar inn til Grannskoðaravirkið NUMO, ið hevur staðið fyri uppteljingini.
Úrslitið: 90 limir hava atkvøtt 50 atkvøður fóru til Per á Sýnini 38 atkvøður fóru til Jonhard Danielsen 2 atkvøður vóru ógildugar
Nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar 1. februar 2023.




