Í sambandi við klaksvíkar býráð hevur samtykt at umvæla verandi bygningsskjól á Klakksvíkar Hermetikk, verður arbeiðið hervið sent til alment útboð.
Fyritøkur verða bodnar at geva tilboð uppá arbeiði at skifta tekju, klædning, vindeygu/ úthurðar og eftirbjálva virkisbygningin á stongunum í Klaksvík. Talan er um ein betongbygning frá 40/50´inum, sum er í tveimum hæddum á í alt 640 m2. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja í summar og vera liðugt um ársskifti.
Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Klaksvíkar kommunu á klaksvik@klaksvik.fo. Eru spurningar ella ivamál um verkætlanina, ber til at venda sær til Andreas Andreasen á tel. 410036 ella á andreasa@klaksvik.fo.
Tilboðini skulu verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25 juni Kl.12. Klaksvíkar kommuna skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu boðini ella onki at taka. Tey bjóðandi eru vælkomin at vera hjástødd.




