Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útgávukonsert – Klingra við “..eftir”

Dánjal á Neystabø

“..eftir” er ein tónlistarlig lýsing av einum sorgarleiki mitt í farnu øld í Føroyingahavnini. Eisini um lívið í Føroyingahavini í 50-unum og væl fram í 70-ini. Framførslan verður í Norðurlandahúsinum, flaggdagin 25. apríl kl 19.30.

Eitt skip søkkur og 14 mans sjólátast. Hetta er grundarsteinurin til fyrstu útgávuna “..eftir” hjá Klingru.

Áðrenn hesa spennandi framførslu – “Eftir”, sum norðurlendski tónleikabólkurin, Klingra hevur gjørt, verða frágreiðingar og framløgur um Føroyingahavnina og arbeiðið har.

Dávur Winther greiðir frá skrásetingum, ið vóru gjørdar av Landsverk, sum Landsstýrið bað um – at ein kanning og skráseting bleiv gjørd 26. mai – 17. juni 2017 av Føroyingahavnini. Eisini lendiskanningar kringum við niðurløgdu, A/S Nordafarstøðina í tí innaru Føroyingahavnini.

Her kanst tú hoyra Dáva Winther greiða frá tiltakinum

Sólborg Joensen úr Skálafirði og Ólavur Mittún úr Klaksvík, sum bæði arbeiddu á Sjómansheiminum greiða frá um tíðina har yviri – Tey vóru har fleiri summur.
Manni Næs, sum er góður frásøgumaður, var peningarøkil og umsat allan peningin og lønir til starvsfólkini. Hann var har frá 1962-66 og hugleiðir um ymisk viðurskifti í Føroyingahavnini tá. Sama ger systkinabarn hansara, Joen Pauli Næs, sum í dag er 92 ár.

TÍÐSPUNKT – Týsdagin 25. apríl 2023, kl. 19.30
STAÐ: Norðurlandahúsið: Høllin

Kostnaður: Kr. 195,-/145,-

Klingra er ein bólkur við sjey sera royndum tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Noregi, Letlandi og Føroyum, og á hesi fyrstu útgávu teirra hevur harumframt eitt annað norðurlendskt land ein avgerandi leiklut, nevniliga Grønland.

Vit skulu 70 ár aftur í tíðina, til tá føroyskir fiskimenn kendu seg kroystar úr egnum havøki av enskum og týskum trolarum, og tí fóru longri norður við fiskarínum – teir flestu til Føroyingahavnina í Grønlandi.
Her arbeiddu nógvir føroyskir sjómenn serliga í summarhálvuni fyri at vinna til lívsins uppihald.

Ein teirra var Napoleon á Neystabø, sum var ættaður úr lítlari bygd í Føroyum – vesturi í Vágum. Hann var burtur 10 mánaðir um árið fyri at uppihalda familju sínari – familjuni, sum hann vígdi lív sítt til.

Napoleon var abbi Dánjal á Neystabø, sum er ein av limunum í Klingru. Stutt fyri at Napoleon andaðist sum 94 ára gamal, tók Dánjal eina samrøðu upp, sum hann hevði við abba sín. Í hesi samrøðu greiðir Napoleon frá sínari tíð í Føroyingahavnini, m.a. um hendingina, tá ið eitt skip við 14 monnum umborð sakk. Eingin teirra spurdist aftur. Ein rørandi, men eisini ein greið frásøgn, sum síðani er vorðin grundtónin í fyrstu útgávuni hjá Klingru, sum eitur “..eftir”.
Umframt hetta hevur Klingra tikið upp sokallaðar field-recordings – upptøkur í sjálvari Føroyingahavnini í Grønlandi, og eru hesar ein partur av elektroakustisku pørtunum í tónleikinum.

“..eftir” er sostatt ein tónleikalýsing av einum sorgarleiki á sjónum. Útgávan snýr seg tó ikki um neyð og trega, men um kærleika og virðing fyri einum manni, sum altíð hugsaði um næsta sín áðrenn seg sjálvan. Ein kenslustrongur verður bundin millum miss og takksemi.

Tónleikurin og føroysku tekstirnir eru vorðnir til í einari óvikiligari leitan eftir heild. Tónleikaslagið er ein blandingur av klassiskum og rytmiskum tónleiki, men við nøkrum elektroniskum, sum best kann lýsast um okkurt indi-klassiskt.
“…eftir” er ein heildarútgáva, sum er væl sett saman eftir evnum, sum til ber at lurta eftir sum sjálvstøðug stykki/sangir, stundum næstan poppsangir.
“..Eftir” verður eisini sagt í merkingini av at vera gloymd/-ur eftir ella at:
… standa eftir á keiini, tá skipini fóru avstað til Grønlands
… standa eftir á ísinum, aftaná at berararnir vóru farnir við kistunum
… standa eftir, aftaná at hava mist
… standa eftir sum leivdirnar í Føroyingahavnini í dag.

Klingra er sprottin úr viðurkenda bólkinum Afenginn og grør í mold, har alt ókrút er tikið burtur. Limirnir í Klingru eru sera dugnaligir tónleikarar, sum saman hava gjørt sær eitt rúm, hvørs krókar verða rannsakaðir út í æsir. Ein sonn spæligleði knýtir tónleikararnar saman. Meira tú lurtar, tess meira hoyrir tú smálutirnar, og úr rivunum í veggjunum, sum eru um at skrædna, floymir ein streymur av kenslubornum atmosferiskum poppi og ávirkan av klassiskum tónleiki.
Nýggjasta lagið “Ein endurspegling” kann hoyrast á SPOTIFY.

Tíðarskeiðið, tá ið føroyingar arbeiddu í Føroyingahavnini er dokumenterað á ymiskan hátt. Men lítið er nomið við tað kensluliga. Hetta seta Klingra sjóneykuna á, og áðrenn konsertina fáa vit høvi at hoyra frá fólki, sum hava upplivað hesa tíð og hava arbeiðð í Føroyingahavnini.

Sama framførsla við Klingru og tónleikaverkingum “..eftir” verður í Løkshøll 27. apríl 2023.