Nýggja fløgan hjá Eyðuni Nolsøe, hevur fingið heitið ”So nógvar røddir”.
Á fløguni eru 10 nýggj føroysk løg og hesi verða á skránni í Atlantis fríggjakvøldið 11. mai kl. 21:00
Eyðun hevur arbeitt við fløguni síðani januar 2006 saman við Hans Poulsen, sum hevur produserað tónleikin.
Sangirnir á nýggju útgávuni hjá Eyðuni er fangandi – summir penir og eymir, aðrir við kanti og meira provokerandi. Men nú sum fyrr er tað tann melodiski popptónleikurin, sum eyðkennir sangirnar hjá Eyðuni Nolsøe.
– Tað hevur týdning fyri meg, at mínir sangir hava eitt gott lag. Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar um, hvat ein góður sangur er, men fyri meg skal lagið helst verða melodiskt og sangbart. Sangurin skal halda í einari einfaldari útseting – til dømis við gittara og sangi, sigur Eyðun Nolsøe.
Atgongumerki á kr. 120,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis ½ tíma áðrenn konsertina.




