Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Útidagar í Kunoyar Kommuni

Kunoyar Kommuna

Í farnu viku var afturvendandi útivikan í Kunoyar Kommunu. Í útivikuni plaga at vera savnandi tiltøk, sum eru uttandura, og hesaferð var onki undantak. Grønmetisplanting, fríðkan við blómum, morgunmatur, rudding og útferð við frásagnarfólki var á skrá.

Tiltøk vóru í bygdunum báðum, og undirtøkan var góð. Ung sum eldri hava verið saman og fjálgað um bygdarlívið og hvørt annað.

Mikudag var ruddað í báðum bygdunum, fríðkað um við blómum og grønmeti var plantað í pottar, sum bygdarfólki fekk við sær heim. Eftir hetta vóru øll boðin til drekkamunn í bygdarhúsinum í Kunoy. Nú verður spennandi at vita, hvussu úrskurðurin av grønmetinum verður.

Leygarmorgun bjóðaði kommunan øllum borgarum til morgunmatar í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Væl var møtt til hesa hugnaligu løtuna. Eftir morgunmatin var byrgingin um Haraldssund ruddað. Har var nóg mikið at tríva, men tíverri má ásannast, at har allatíðina legst aftrat, og at vit ikki megna at halda stand við ruddingini. Hetta er ikki gott fyri umhvørvið, tí stórar mogndir av plasti eru ímillum ruskið, sum verður stegðað á byrgingini. Tó, alt ger mun, og vit fegnast um, at bygdarfólkið er áhugað í at minka um dálkingina. Eftir at hava fylt ein heilan ruskbil, fingu øll vaftur og annað gott.

Sunnudag var útferð til hálendarabúðirnar, sum liggja sunnan fyri bygdina í Haraldssundi. Andras Sólstein var frásøgumaður, og fitt av fólki vóru við á túrinum. Veðrið var av tí besta, og hugnaligt var at njóta matpakkan úti í náttúruni.