Útilív er partur av lærugreinini handaverk og list í 7. flokki. Útlív er, sum heiti sigur, at vera úti – í náttúruni.
Í Føroyum liva vit tætt upp at náttúruni og fyri ein stóran part mitt í náttúrini, so møguleikarnir til útilív er nógvir og ymiskir. Tað ræður bara um at síggja møguleikarnar og vera fyrireikaður til tað, sum er aktuelt til ymsu árstíðirnar.
Ein morgun sum hendan, har tað er kalt og kavarok og útilív stendur á skránni, er avgerandi at vera klæddur eftir veðrinum.
Í morgun fóru næmingar og lærarar til gongu eftir vegnum frá skúlanum út í Grøv og so eftir gøtuni niðan í Gravardal.
Tey høvdu ein góðan túr, og sum vit vita, so er ein góður túrur í náttúruni gagnligur fyri okkum, tí vit røra okkum, fáa stimulera ymsar sansir og læra um nærumhvørvið.










