Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Útimøti í Vágstúni

Tekst og myndir: Dávur Winther

Siðvenja er, at á Norðoyastevnuskránni er útimøti kl. 21 eitt av tilboðunum, tú kanst fara til.

Teir hava nógv tey seinnu árini staðið niðanfyri Føroya Bók, hjá Dánjal Nielsen – ella har sum sonurinm, Victor Nielsen nú býr.

Tað er sum oftast sangbólkurin, Vitin, sum stendur fyri møtinum. Teir syngja og spæla væl og hava eisini lættan sang á skrá.

Møtti einum, sum stóð nakað niðalaga ella burtur frá og lurtaði. Hann helst seg kanska ikki “hoyra til”, men sum fyri at “rættvísgera”, at hann stóð har og lýddi á, teskar hann mær í oyra: “Dekan fari syngja teir væl”!

Jú, sanniliga er tað ein hugnalig løta við útimøtunum, ið eru ein sjálvsagdur lutur í Norðoyastevnuskránni.