Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Útiøkið er partur av okkara raðfestingum

Jóhann Lützen

– Eg fegnist um, at vit eru komin á mál við nýggja og væl útgjørda útiøkinum á Skúlatrøð, sum bæði er ætlað miðdeild skúlans og eisini verður til gleði og gagn fyri alla kommununa, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung

 

 

Tað er Trivnaðarnevndin børn og ung, sum vegna Klaksvíkar býráð varðar av fleiri pørtum av  fólkaskúlanum so sum bygningum, útiøkjum, amboðum v.m.

Formaðurin í Trivnaðarnevndini børn og ung er Eyðstein Ólason Poulsen, og Norðlýsið hevur tí spurt hann um eina viðmerking, nú nýggja og snotuliga útiøkið suður á Skúlatrøð stendur liðugt.

– Fólkaskúlin á Skúlatrøð liggur ikki bara í hjartanum av býnum og kommununi – hann er eisini eitt hjartamál hjá okkum øllum, sum eru góð við okkara lokalsamfelag, sigur Eyðstein.

– Skúlin er eitt sera týðandi og sentralt øki, har kommunan varðar av fleiri pørtum, og í valskeiðnum, sum nú skjótt endar, havi eg sum trivnaðarnevndarformaður lagt meg eftir at fremja sum mestar ábøtur og nýgerðir her.

– Hetta nýggja útiøkið er partur av hesum raðfestingum okkara, og eg fegnist um, at tað eydnaðist okkum at fáa hetta liðugt til skúlabyrjan nú í august.

– Frammanundan hava vit framt fleiri aðrar ábøtur á og kring skúlan. Her kann eg eitt nú nevnda nýggja vøllin í ovara skúlagarði, ljóðbjálvingina í Valskúlanum við Garðavegin, har 10. flokkarnir halda til, nýggju hølini til Gigna á Skúlatrøð umframt fleiri aðrar ábøtur og nýgerðir.

Nýggja útiøkið inniheldur eitt amfiteatur (kringleikhús), lítlan fótbóltsvøll, rennistrong og aðrar leikur til rørslu.

Útiøkið er ætlað miðdeild skúlans (4.-6. flokk). Tað merkir, at umleið 230 næmingar nýta hendan partin av skúlagarðinum. Økið er ikki einans hugsað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin.

Verkætlanin, er framd í fleiri byggistigum, kostar áleið 5,6 mió. krónur. Tað er Fuglark, sum hevur teknað, og Kanjon hevur framt arbeiðið.