Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útisiglari: Eg hoyri at fólk, sum býr í føroyum og arbeiðir uttanlands, nú standa fyri skotum, enn einaferð

Jóhann Lützen

Upp og niðurgongutíðir koma altíð at vera. Kanska skulu vit heldur hugsa um at tátta eitt sindur í okkara markleysa almenna forbrúk, enn at fáa ilt í afturpartin av teimum, sum arbeiða uttanlands, skrivar Eliesar Lydersen

Skal man eggja fólki at arbeiða uttanlands o.s.v.? Er tað ikki betri, at fólk arbeiða í Føroyum, tá her er mangul á arbeiðsmegi? Hetta eru spurningar, sum eru uppi at venda, aftur nú.

Tað ljóðar, sum um tað er so lætt bara at koma heim at arbeiða, so tá her verða niðurgongutíður næstu ferð, fer man “bara” avstað aftur. Eg kann heilsa og siga, at eingin sleppur uttanlands at arbeiða, um man ikki er kappingarførur, bæði viðvíkjandi løn, arbeiðsroyndum.T.v.s.. man skal upparbeiða nakrar royndir og verða kappingarførur.

Um øll arbeiðskraftin skal koma til Føroyar at arbeiða, so missur hon royndir o.s.v. uttanlands. Tvs. tá vit so kanska hava brúk fyri at fara avstað aftur, tí nú er minni at gera í FO, hvussu skulu vit so sleppa upp í part? Tað ræður um at arbeiða okkurt upp og ikki bróta niður. Hetta er eitt annað bein hjá okkum at standa á, t.v.s. vit hava nógv fólk, sum arbeiða uttanlands, sum ikki eru tengd at fiskivinnu og ferðavinnu. Hava vit nakað annað, sum ikki er ein cirkulatión av peningi? t.d. tú skiftir eitt vindeyga hjá mær – og eg skifti dekkini hjá tær – hetta er peningur, sum verður cirkuleraður.

Vit standa altíð á herðunum á undanfarnu ættarliðum – vit, sum arbeiða uttanlands, eru nokkso væl umtókt, bara tí vit eru Føroyingar! hetta er nokkso gott klárað av okkum og serliga av teimum, sum undan okkum fóru. Okkara fremsta uppgáva, vit sum arbeiða uttanlands, er at halda hetta viðlíka! Vit skulu verða tey bestu á uttanlandamarknaðinum og syrgja fyri, at hvørja ferð onkur útlendskur arbeiðsgevari skal velja, so velur hann føroyingin, bara tí hann hevur góðar royndir við føroyingum. Halda tit ikki at hetta er nakað vert?

Vit hava upplivað, at tíðirnar kunnu ganga hinvegin í Føroyum, eingin fiskur, einki arbeiði. Tað er bara at hyggja aftureftir, sum vit siga í navigatiónini, brúka bestikrokning, so sær tú, hvar tú hevur verið, og hvar tú fert.

Upp- og niðurgongutíðir koma altíð at vera. Kanska skulu vit heldur hugsa um at tátta eitt sindur í okkara markleysa almenna forbrúk, enn at fáa ilt í afturpartin av teimum, sum arbeiða uttanlands.