Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útivøllurin í Sarpugerði er yndisútivøllurin hjá KÍ

Jákup Ósá

Á ongum útivølli er tað so langt síðani, at KÍ hevur tapt sum í Sarpugerði í Norðragøtu.

Góða gongdin hjá KÍ í Sarpugerði helt fram í gjár, tá KÍ við sigursmáli í síðsta minytti tryggjaði sær øll stigini. Og KÍ stórtrívist í Sarpugerði, tí vit skulu aftur til 2013 fyri at finna seinasta tapið hjá KÍ í Sarpugerði. Og móti øllum øðrum liðum, sum hava spælt í bestu deildini síðstu árini hevur KÍ tapt ímóti á útivølli síðani 2014, uttan Víkingi.

 

KÍ tapti seinast á útivølli móti:

B36: 2020

NSÍ: 2020

HB: 2019

TB: 2019

Skála: 2018

07 Vestur: 2018

EB/Streymur: 2017

AB: 2016

ÍF: 2015

B68: 2014

Víkingur: 2013