Við skili og atliti til tørvin hjá einstøku bygdunum í kommununi, ynski eg at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar í útjaðaranum í Klaksvíkar kommunu
Eg havi valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu tann 12. november 2024.
Eg eiti Jóhanna Maria Isaksen, eg eri 35 ár og búgvi á Húsum, saman við sjeikinum Hans Arthur og okkara fýra børnum: Silvurlín (10), Emmu Lý (8), Fríðu (4), og Niels Paula (1). Dagliga arbeiði eg sum fiskarøktari á lívfiskastøðini hjá Bakkafrosti á Húsum. Harumframt eri eg óðalsbóndi við 100 áseyðum, og ein av tveimum deknum í Húsa kirkju.
Seinastu sjey árini havi eg sitið sum næstforkvinna og kassameistari í nevndini hjá Sigursglæmuni, sum er bygdarfelagið á Húsum. Í hesum sambandi havi eg verið við til at seta nýggja barnagarðin, Blómugarð, á stovn, ið hevur verið til stóra gleði fyri alla Kalsoynna. Barnagarðurin er við til at skapa arbeiðspláss og er samstundis við til at draga barnafamiljur til oynna.
Mítt hjartamál er útjaðarin
Eg havi altíð búð á Húsum og eri ikki í iva um, at hetta er heimsins besta stað at búgva. Útjaðarin í Klaksvíkar kommunu hevur tískil eitt heilt serligt pláss í mínum hjarta, sum eg ynski at arbeiða fyri, verði eg vald í býráðið. Eg kenni til avbjóðingarnar ið eru, tá ein býr í útjaðaranum. Tað er mangan torført at verða hoyrdur. Tað tekur ofta langa tíð at fáa mál framd. Við skili og atliti til tørvin hjá einstøku bygdunum í kommununi, ynski eg at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar í útjaðaranum í Klaksvíkar kommunu. Herundir eru nøkur av málunum eg vil arbeiða við.
- Tað skal vera dragandi at vera barnafamilja á bygd
- Bústaðarmøguleikar skulu skapast
- Tilboð til børn og ung
- Tað skal gerast tryggari at vera eldri á bygd
Við góðum sambandi ber til at koma langt og at røkka stórum málum.
Lat meg verða tín rødd í Klaksvíkar býráði.
X við Jóhanna Maria Isaksen, listi B




