Fyri løtu síðan vóru seinastu broytingaruppskotini løgd fram av samgonguni og nú er greitt at samgongan er fult samd og útlendingar skulu úr fiskivinnuni í seinastalagið 2032.
Í gjár varð greitt at andstøðan ikki kundi taka undir við teimum broytingum, sum nú væntandi verða samtyktar við 3. viðgerð í lóg um Sjófeingin og tí er vantandi at tað verða einans samgongu umboðini í løgtinginum, sum atkvøða broytingarnar ígjøgnum.
1. Í § 11, stk. 4, nr. 4 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt 3. og 4. pkt. sett:
“Hendan áseting er galdandi fram til 1. januar 2032. Eftir hetta skulu eigararnir av øllum eginpeninginum, harundir partapeninginum, sum somuleiðis eiga allan atkvøðurættin og avgerðarrættin í felagnum, vera heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í stk. 3.”
2.
Viðmerkingar
3. Endamálið við hesi broyting er, at allur útlendskur eigaraskapur í veiðiliðinum í føroysku fiskivinnuni skal halda uppat í seinasta lagi 1. januar 2032. Hendan áseting er galdandi fyri bæði verandi feløg sbrt. § 12 og møguligar nýggjar útlendskar eigarar, sum kunnu koma at eiga lut í føroysku fiskivinnuni sbrt. § 11, stk. 4.
Við hesi áseting fáa útlendskir eigarar eina rímiliga freist til at tillaga sítt virksemi eftir hesum.



