Runavík er týsdagin og mikudagin karmur um ársfundin í Útnorðurráðnum, seinasti partur verður í Tórshavn í morgin hósdagin.
Týsdagin fingu gestirnir høvi til at vitja runt í Runavíkar kommunu. Um kvøldið gekk leiðin út á Ellis- og Røktarheimið, har Tordur Niclasen fyristøðumaður vísti heimið og livandi greiddi frá. Magnus Rasmussen borgarstjóri varð vertur við døgurðan um kvøldi, har gestirnir m.a. fingu at síggja menn í føroyskum búna og fingu eina frágreiðing um søguna hjá føroyska dansinum. Síðan varð farið upp á gólv og allir luttakararnir komu uppí ringin.
Gestirnir búgva á Hotel Runavík og fundirnir eru í Skúlanum við Løkin
Í morgun byrjar so ársfundurin kl. 9.00. Føroyar hava havt formanskapin seinasta árið og fyrrapartin heldur Kári P. Højgaard núverandi formaður fráfaringarrøðu og eftir hann tekur Josef Motzfeldt við formanskapinum til august komandi ár. Formanskapurin skiftir árliga millum tey trý limalondini.
Seinrapartin verður útferð og vitjað verður á Høvdavirkinum í Leirvík, áðrenn farið verður til Norðoyggjar, har Klaksvíkar Kommuna tekur ímóti.
Skrá
14.45 Koma til býráðið
14.55 Vælkomin – Jógvan Skorheima, varaborgarstjóri
– greiða frá skránni .
– introduserar býráðsformannin, Gunvá við Keldu
15.05 Gunvá við Keldu, býráðsformaður heldur røðu
15.15 Dávur Winther, Mentanardeildarleiðari greiður frá um Klaksvík – Mentan & Vinnan
15.30 Kaffi & Køkur, hugnaprát
16.00 Síggja Christianskirkjuna – Alex Sólstein
16.30 Fara til Árnafjarðar
16.50 Frágreiðing við flakavirkið um Norfra (Jógvan Høj)
17.10 Síggja handilin
17.40 Fara frá Árnafirði til Klaksvíkar
17.00 Føroya Bjór frágreiðing um virkið, Símun Gullaksen
18.30 Fara frá Klaksvík til Fuglafjarðar
19.00 Døgurði á Muntra
Vinarliga
Kári P.




