Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Utøya

Frits Johannesen

22. juli 2011

 

Tað stendur ein standmynd

av einum manni

á eini útoyggj

við eitt spegilsblankt vatn,

har eygu stara út í tóman heim,

og kroppur og andlitsbrøgd eru sálarleys.

 

Illkynjað spjørr

liggur um kropp,

arm,  barm

og byrsumúla,

og  hvør kúla

ber sítt navnabretti

við devulssettum

tramansskapi

úr mannsins heljareyga,

sum eltir  sótsvart

krútdoyggj

á eini útoyggj

við politiskum,

fasistiskum,

oyðandi boðskapi:

“Slá í hel!”

 

Óndskapurin

stendur millum kross og hosu –

millum rivjabein og vargaeygu:

 

“Eg skal drepa!

Eg skal drepa,

drepa ungar sálir

ein summardag,

sum elska lívið og  frælsið

við ljósum vónum

um opinleika, rættvísi, brøðralag,

millum allar tjóðir,

 fólkasløg og bygdaløg

á Guðs grønu jørð!”

 

Blóðið rann millum silkigras

og litríkar útoyggjablómur,

smáar  tinnur

og brimbrýnt malargrót

og litaði deytt vatn reytt.

 

Blóðið reinsar –

í kærleikans –

og bardagaliti.

Vaskar  fjøruklett

við sveita reyðum

av ungum sálum deyðum,

ið lótu blóð

til frælsi og brøðralag

ein ljósan dag í juli.

 

Frits, 22.juli 2011