Brandur og Bjørgvin avreiddu í morgun.
Brandur hevði 6000 pund, har størsti parturin var hýsa. Sum skiparin Janus Sørensen segði í gjár við Norðlýsið, so er fiskiskapurin væl brúkiligur, um teir fáa yvir 5000 pund á teimum 45 stampunum, sum teir vanliga seta. Bjørgvin, sum er ein av smærru bátunum, avreiddi 4000 pund í dag, meðan Gordrúgvin avreiddi 6000 pund á Eiði.




